AC/DC rokkaðu Iran

Ein teldu virus, sum kom í eina kjarnorku fyritøku í Iran, noyddi teldur at spæla AC/DC hittið Thunderstruck fyri fullari styrki, skrivar heimasíðan www.classicrockmagazine.com/

 

Mikki Hypponen, ein finskur trygdarmaður frá fyritøkuni F-Secure sigur við heimasíðuna, at hann í fleiri førum fekk fráboðanir um, at okkurt var galið í iransku fyritøkuni.

 

Í einum telduposti til hansara stóð "Okkara kjarnorku skipan er enn einaferð sett í vanda, og hevur fingið eitt álop frá einum virusi, sum hevur sløkt okkara netverk í Natanz og Fordo".

 

"Eisini varð onkur tónleikur spældur sera hart á miðjari nátt. Eg haldi tað var AC/DC við lagnum Thunderstruck", stóð í teldupostinum.