Svenska høvuðsnavnið helt karaokeball í Kirkjubø Eingin bassur og ongar trummur. Til tíðir ein guitari og eitt kór. Annars var tað programmerað. Songkvinnan sang tó ógvuliga væl og hevði gott samband við fjøldina, sum bæði sang við og fagnaði svenska bólkinum, tá hetta var hóskiligt.
Øll hittini vórðu spæld og tað besta varð goymt til síðst, tá Ace of Base framførdu The Sign.