Amerikanski actionsjónleikarin Chuck Norris er deyður.
Hann var 86 ára gamal. Tað upplýsir familjan, sambært tíðindastovuni AFP.
Norris hevur verið við í nógvum filmum og sjónvarpsrøðum á síni yrkisleið.
Tá hann fór úr amerikanska flogvápninum eftir millum annað at hava verið útsendur í Suðurkorea í 1962, var hann ikki seinur at kasta seg inn í sín stóra áhuga fyri kampsporti.
Hann læt skjótt upp sítt fyrsta karatefelag og gjørdist næstu árini ein av mest vinnandi karatevenjarunum í USA.
Seinast í 60-árunum spældi hann fyri fyrstu ferð í einum filmi, tá hann fekk ein lítlan leiklut í filminum hjá Dean Martin "The Wrecking Crew".
Í 1972 fekk hann sín fyrsta stóra leiklut, tá hann spældi móti kampsportfyribrigdinum Bruce Lee í filminum "The Dragon Rises".
Hann gjørdist síðani kendur sum ein av størstu actionstjørnunum í Amerika.
/Ritzau/











