Adebayor kostar ov nógv

Italska felagið AC Milan hevur víst stóran áhuga fyri álopsspælaranum Emanuel Adebayor, sum spælir fyri enska felagið Arsenal, men líkt er til, at Adebayor er ov dýrur fyri italska felagið. Sagt verður, at Arsenal vil hava 300 milliónir krónur fyri Adebayor, og tað er meira, enn AC Milan er ført fyri at gjalda. AC Milan skal eisini verða áhugað í Samuel Eto’o og Didier Drogba.