Rudi Hammer og Rannvá Joensen av Tvøroyri hava nú avgjørt at koma alment fram við sínum trupulleikum, og harvið gerast tær partur av vaksandi kórinum av forldrum at børnum við ADHD, ið rópa neyðaróp.
Rudi og Rannvá hava synir, ið hava ADHD, ella DAMP.
- Beinleiðis orsøkin til, at vit koma alment fram nú er, at vit í Suðuroynni nú hava stovnað ein foreldrabólk fyri foreldur, ið hava børn, ið hava serligan tørv. Hetta er gjørt saman við sosialudeild og barnaverndartænastuni á Tvøroyri. Hetta er fyri at gera vart við støðuna, siga Rudi og Rannvá.
Rudi er mamma Tóra, ið er 9 ár, og Rannvá er mamma Rók, ið er 14 ár, og møguliga skal av landinum næsta ár.
Long bíðitíð og tung skipan
- Mong ganga uttan diagnosu í sera langa tíð. Kanska í áravís. Skipanain er sum heild tung og bíðitíðin er long, og fáir møguleikar eru fyri børn við atferðartrupulleikum í Suðuroynni og í Føroyum sum heild, siga Rudi og Rannvá.
- Til dømis, tá biðast skal um stuðulstímar í skúlanum, so verður ein sendur frá Peri til Pól, og yvirhøvur verður ein sendur runt í eini myllu, siga tær báðar.
- Ein psykiatari kemur úr Danmark annan hvønn mánað, ella so, og hann skal dekka allar Føroyar. Tóri fekk diagnosu í 2006 og hevur ikki verið hjá psykiataranum aftur síðani, sigur Rudi fyri at greina, hvussu álvarslig støðan er og hvussu tung øll skipanin er.
- Ongin ivi er um, at tey, sum starvast í skipanini, hava alt ov nógv, og megna ikki arbeiðsbyrðuna. Skipanin er ov tung, og alt skal fyri fleiri nevndir og ráð, so bíðitíðin gerst sera long, meta Rudi og Rannvá.
Sendast niður
- Rókur má sendast niður, um broyting skal koma í, sigur Rannvá um 14 ára gamla sonin, men enn er endaliga avgerðin ikki tikin, men hon er ikki langt burtur.
- Hetta gongur ikki longur. Hann verður sæddur sum ein kúllur í skúlanum, og nærumhvørvið hevur sína meting. Niðri eru onnur tilboð, og Rókur hevur góð evnr á mongum økjum, men fær ikki nýtt tey í Føroyum, sigur Rannvá
- Hvør skúladagur er eitt tap. Har eru ongi jalig upplivilsi hjá hesum drongjunum, siga mammurnar báðar Rudi og Rannvá.
- Tóri gongur í 3. flokki. Í skúlanum má ein berjast fyri at fáa stuðulstímar, og tímatalið lækkar, hóast tímatalvan so við og við gerst størri, sigur Rudi, sum tó hevur rós at bera barnagarði og frítíðarskúla á hesum økinum, men í skúlanum ber ikki so væl til.
- Stuðulspuljan er hin sama til likamligan og sálarligan stuðul. Her skuldi verið talan um tvær ymsar puljur, tí rørslutarnað fáa stuðul, tí annað er jú ógjørligt, og so má restin býtast á ósjónligu brekini, vísir Rudi á.
- Stuðul fæst til nakrar tímar, men læraranir hava ikki útbúgving at taka sær av børnum við serligum tørvi, teir vita ofta ikki síni livandi ráð, og skulu eisini taka sær av øllum hinum børninum. Søkjast skal eisini á hvørjum ári um tímar, og tímajáttanin kemur seint. Her má ein hugburðsbroyting til og langtíðarloysnir mugu finnast, meta Rudi og Rannvá, og vísa á, at t.d. børn við ADHD mugu hava stuðul alla tíðina, eisini í fríkorteunum, tí tey duga ikki at vera millum onnur og at lesa onnur av, og at skilja ymsar støður, og koma tí í trupulleikar.
- Eg kenni fjáltur á mær, tí drongurin er komin í tann aldurin, at hann, eins og vinirnir, skal í dans, og hvussu skal tað handfarast, sigur Rannvá, og sipar júst til, at tey, ið hava ADHD, ikki duga so væl at lesa ymsar støður av, og tí skjótt kunnu koma sær í óføri, har fólk koma saman,og friður ikki altíð valdar.
Trupult heima og í skúla
- Truplast er í skúlanum. Heima er ein innstillaður uppá, at barnið er sum tað er, sigur Rudi, og minnir á, at í skúlanum mugu onnur taka hædd fyri atferðartrupla barninum, tí barnið klárar hetta ikki sjálvt.
- Men trupult er eisini heima, tá eittnú systkini mugu rættað seg eftir honum. Øll missa, ikki minst systkini, sum fáa at vita, at tey mugu klára seg sjálvi, tí tey eru før fyri tí, sigur Rannvá, sum eitt skifti mátti gevast at arbeiða, fyri at vera hjá soninum.
- Foreldrini hava ikki orku at berjast, men verða noydd at stríðast fyri at skapa karmar, men tað er ikki uppgávan hjá foreldrunum, ið eisini alla tíðina mugu vera um børnini. Hetta krevur nógv av foreldrunum, ið enntá mugu standa alment fram í skúlum, á kommunuskrivstovum, hjá myndugleikum og enntá í fjølmiðlunum, siga Rudi og Rannvá.
ADHD ikki nýtt mótafyribrygdi
Børn, ið hava ADHD, kunnu gerast sera frustreraði. Tey lesa ikki onnur av, og hava ilt við at vera millum onnur. Tey kunnu eisini hava ilt við at sova. Nógvar fylgisjúkur eru, og nógv sløg av ADHD eru.
- Tað er høpisleyst at tosa um at gera universitet í Føroyum, fyrr enn fólkskúlin, skúlin fyri øll, er fingin at virka. ADHD, ella DAMP; er ikki eitt mótafyribrygdi, sum summi føra fram. Tað er tað í øllum førum ikki hjá teimum, ið standa við trupulleikanum, vísa Rudi og Rannvá á.
Rannvá hevur familju í Danmark, og veit um øki, har tey fyri 15 árum síðani tóku hesar trupulleikar í álvara. Fólk tóku seg saman fyri at gera nakað fyri børn við ADHD. Hetta hjálpti og í dag eru eini 400 børn knýtt at samstarvinum.
- Í Danmark er tey komin víðari, enn at arbeiða við rammunum. Tað hava tey klárað, og eru komin víðari. Tað eru ikki bara børn, ið hava ADHD, so nú diagnosera tey eisini vaksin, og bøta um hjá teimum, vísir Ranná á.
- Skipanin má tillagast, fólk við førleika má inn í skúlarnar, tímar mugu til, og kanska skulu børn við ADHD hava stovu fyri seg, tí tey hava ringt við at savna seg, og eru løtt at órógva, mæla Rudi og Rannvá til, og tær staðfesta, at tær vita onki um, at serstøk tilboð eru í Føroyum til børn við ADHD, og tí hoyrast neyðaróp frá foreldrum, ið eru troytt av at berjast í stirvnu skipanini, har bíðitíðin kann taka fleiri ár.