Adrian Justinussen hevur fingið eina rimmar byrjan í Hillerød, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Fyri stuttum legði hann upp til mál í 1-3 tapi fyri superligaliðnum, Lyngby.
Nú fyrrapartin spældi Hillerød venjingardyst móti superligaliðnum, Hvidovre á heimavølli.
Og sigast má, at tað gekk framúr hjá Adriani.
Hillerød vann stórsigur 7-2. Í steðginum var støðan 5-1. Adrian skoraði ikki færri enn fýra mál móti superligaliðnum. Tað eina var upp á beinleiðis fríspark.
Vónandi vera hæddarpunkt tøk frá dystinum, so vit kunnu venda aftur við teimum.
Týskvøldið spælir Hillerød aftur venjingardyst. Hesaferð móti gamla føroyingaliðnum, Fremad Amager.
Kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini byrjar 23. februar.