Adventistaskúlin skiftir navn

Navnabroyting Adventistaskúlin við Hoyvíkstjørn eitur frá í dag av Frískúlin við Hoyvíkstjørn. – Vit vilja fortelja í navninum, hvat hetta er fyri ein skúli, sigur Janne Schantz Johnsson, skúlastjóri.

Rógvi Nybo

Síðan hann varð bygdur fyri 43 árum síðani, hevur eyknevnið Adventistaskúlin hingið við, kanska serliga tí at tað tá vóru Nonnuskúlin og Adventistaskúlin. Men nú verður ein navnabroyting framd, og fer skúlin framyvir at kallast Frískúlin við Hoyvíkstjørn.
Janne Schantz Johnsson, skúlastjóri, sigur at tey nú vilja fortelja í navninum, hvat hetta er fyri ein skúli.
- Nú hava vit fingið eina frískúlalóg, og hetta er ein frískúli. Tað eru nógv, sum halda at hetta er ein fólkaskúli, líkasum at Nonnuskúlin er ein fólkaskúli, men tað eru vit ikki. Tað er einki broytt rundanum skúlan, tí tað er enn Adventistakirkjan, sum stendur aftanfyri skúlan, men vit hava bara valt at fáa tað inn í navnið, at hetta er ein frískúli, staðfestir Janne Schantz Johnsson, skúlastjóri.
[email protected]