TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Lars Olsen, aftaná tíðindafundin, har Lars Olsen kunngjørdi hópin, sum skal takast við Ungarn í Budapest, hóskvøldið 8. oktober, og við Rumenia á Tórsvølli, sunnudagin 11. oktober.
Lars segði á góðum donskum: "Vi vil gerne stikke en kæp i hjulet hos Ungarn og Rumænien". Støðugu avrikini og framgongdin í føroyska spælinum ger, at Lars Olsen hevur ikki sørar vónir um, at eitt ella fleiri stig kunnu fáast til høldar hesar tveir seinastu dystirnar í hesari undankappingini.
Størsta høvuðbrýggji hjá Larsi verður at manna miðvøllin, sum er raktur av fleiri leikbannum. Men hann ætlar at finna eina loysn við góðum treysti.