Hesi seinastu, fáu árini er farið at lýsna aftur í Vági eftir, at eitt tað størsta vinnuloysi í søguni tók seg upp í kjalarvørrinum á kreppuni í fiskivinnuni, sum tók ikki bara flakavirkið við sær, men eisini hini, stóru arbeiðsplássini, Garðasmiðjuna og bedingina.
Síðani tað gjørdust vágbingingum greitt, at Fiskavirking ikki varð sinnað at lata flakavirkið í bygdini uppaftur, hava teir ásannað, at teir máttu taka annað skinn um bak.
Og tað hava vágbingar gjørt við at venda eygunum, og tankunum, frá flakavirkinum, og heldur hugsa um at skapa annað, vinnuligt virksemi. Úrslitið er, at seinastu árini eru fleiri smá fiskavirki, rundanum tað gamla, stóra flakavirki.
Tvey virki afturat
Og nú er líkt til, at vágbingar ganga enn bjartari døgum ímøti.
Tí nú er ætlanin at byggja tvey fiskavirki afturat niðri á havnalagnum í Vági, sum hvørt sær fara at geva fitt av arbeiði.
Á eykabýráðsfundi í dag fer Vágs Býráð fyri stongdum durum at viðgera tvey byggimál til vinnuvirki.
Talan er um umsóknir til grundstykki at seta virkini á.
Hetta eru tvey fiskavirki, sum nú er ætlanin at byggja afturat í Vági.
Tann eina ætlanin er komin so langt, at farið verður undir arbeiðið heilt skjótt, og tað virkið verður liðugt longu seint í summar.
Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági kann ikki siga enn, hvør tað er, sum skal byggja vrkini í vági.
Men í tí eina førinum er talan um eitt felag við føroyskum og útlendskum pengum uppí.
Í hesum førum er talan um eina frystigoymslu uppá 4.000 - 5.000 tons til uppisjóvarfisk. Arbeiðið at gera tað virkið skal byrja nú í vár, og tað skal vera liðugt seinni í summar.
Býráðið hevur fyrr játtað stigtakarunum byggiloyvi, men skal endaliga góðkenna ætlanina í dag. Til endamálið er eitt stórt stykki ímillum báðar keiirnar fylt út við gróti at seta virkið á.
Í hinum førinum er talan um eitt virki,sum longu er í Vági, men sum nú ætlar at byggja eitt leggja afturat virkseminum.
Hetta er eitt virki sum skal fáa rávøru frá tí fyrra virkinum og viðgerða hana meiri.
Hendan ætlanin er ikki komin so langt áleiðis enn, men stigtakararnir vilja ikki fara longri, fyrrenn teir vita, um kommunan yvirhøvur er sinnað at lata teimum stykkið at byggja á.
Jógvan Krosslá sigur, at ongin ivi er um, at Býráðið tekur undir við báðum ætlanunum.