Tollmálið endar møguliga í Hægsta rætti. Tað er greitt, aftaná at Jørgen Niclasen hevur avgjørt at søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi at royna tollmálið í Hægsta rætti. Tað upplýsir Christian F. Andreasen, advokatur hjá Jørgen Niclasen.
Harvið er líkt til, at føroyingar skulu hoyra um tollmálið í eina tíð aftrat, tí Procesbevillingsnævnet brúkar vanliga um tríggjar til seks mánaðar at viðgera eina umsókn, og um hon verður góðtikin, so kann tað ganga rímiliga leingi, áðrenn málið verður roynt í Hægsta rætti.
Christian F. Andreasen, ið Jørgen Niclasen hevur heitt á at halda fram sum advokatur í málinum, metir at dómurin í Eystara landsrætti er í stríð við líknandi dóm í Hægsta rætti.
- Avgjørt er at fara víðari við málinum, tí dómurin sigur, at tá tað umræður politikarar, so er ikki neyðugt at føra absolutt sannleikaprógv tá tað viðvíkir revsiverd viðurskiftir. Tað meta vit ikki er rætt. Tað er bæði í stríð við mannarættindini og er als ikki í tráð við dómin hjá Hægsta rætti í Bent Jensen-málinum
Tað var í gjár, at Eystari landsrættur kunngjørdi dómin, ið fríkendi kringvarpsfólkini Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, journalist, og fyrrverandi tíðindaleiðaran á Portalinum, Svein Tróndarson, fyri allar ákærur um ærumeiðing móti Jørgeni Niclasen í tíðindaflutninginum um tollmálið. Journalistarnir høvdu kært dómin í Føroya rætti, har tey vórðu funnin sek í ákærunum.