TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ljóðsamrøðu við Sigfríð S. Clementsen, høvuðsvenjara hjá Vìkingi. Sigfríður og hansara menn gera klárt at fara til Havnar at spæla steypafinalu ímóti NSÍ í kvøld klokkan 19.45.
Sigfríður og spælararnir eru sera svangir eftir at fáa steypið til høldar, nú FM-vónin brast. Sigfríður slær fast, at hann og spælararnir ætla ikki at svíkja teir yvir 1.200 áskoðararnar, sum ferðast úr Eysturkommunu til Havnar at stuðla Víkingi í finaluni.