Ætlaði sær í "hamstrarahjóli" úr Florida til New York

- Eg vil vísa, at tú kanst gera tínar dreymar til veruleika. Ikki lurta eftir øðrum, men fylg dreyminum, sigur langteinarennarin úr Florida.

 

 

Ein maður úr Florida, sum royndi at ferðast í einum sonevndum "hamstrarahjóli" til New York, fekk fólk á strondini í St. Augustine í Florida at klóra sær í nakkanum, tá hann knappliga skolaði upp á land á eysturstrondini, einar 48 kilometrar frá staðnum, har ferðin byrjaði.

 

Maðurin við navninum, Reza Baluchi, er langteinarennari, og málið hjá honum var at ferðast yvir Atlantarhavið og norður til New York, sum er ein teinur á fleiri enn 1600 kilometrar. Fólk á strondini fingu at vita frá manninum, at hann var á veg til New York.

 

Tað vóru onkrir trupulleikar við eitt nú navigatiónsútgerðini sum gjørdu, at "hamstrarahjólið" skolaði upp á land í Hammock-økinum um dagarnar.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Reza Baluchi roynir seg á havinum við einum slíkum hjóli á longum teinum, og í 2016 royndi hann at koma til Bermunda. Men, ta ferðina noyddist bjargingartænastan at koma honum til hjálpar.

 

Sambært Fox News hevði bjargingartænastan í økinum ávarað Reza Baluchi um yvirhøvur at gera slíkar oyndir, sum tey meta vera vandamiklar. Fyrsta royndin hjá honum var í 2014, men heldur ikki ta ferðina eydnaðist honum at røkka sínum máli.

 

Sjálvur sigur maðurin úr Florida, at endamálið við túrum hansara er at savna inn pening til sjúk børn, heimleys, bjargingartænastuna og til løgregluna. - Eg vil vísa, at tú kanst gera tínar dreymar til veruleika. Ikki lurta eftir øðrum, men fylg tínum dreymum.

 

Men, higartil hevur tað so ikki eydnast Reza Baluchi at gera dreymin um langa teinin í hamstrarahjólinum til veruleika.

 

##med2##

 

 

 

Royndin hesaferð er ikki hin fyrsta hjá Reza Baluchi úr Florida.