At hjúnini, Rakul Dalsgaard og Johan í Kollafirði, vóru ógvuliga vónsvikin, tá tey noyddust at rýma úr Fámara og seinni fluttu niður til Danmarkar at búgva, dylur Johan ikki fyri.
- Eg ætlaði mær ongantíð aftur til Føroya. Einasta ferð, eg havi verið í Føroyum aftur, síðan vit fluttu, var í oktober í fjør, tá eg fór upp eftir Rúna. Men, eg steðgaði ikki, og eg kalli tað tískil ikki at hava verið í Føroyum aftur og vitjað. Eg var ógvuliga fortørnaður og vónsvikin, tá vit noyddust at rýma úr Fámara.
Johan í Kollafirði sigur, at nú er ringasta vónbrotið kanska við at hasa av, tí hann hevur játtað at verða frásøgumaður á Country-og Bluesfestivalinum í Sørvági tíðliga næsta summar.
- Meðan eg nú arbeiði á einari galvaniseringsverksmiðju her nærindis, lesur Rakul á Århus Universiteti. Rakul, sum er rættiliga ófør til bøkurnar, hevur søkt um at sleppa at lesa víðari í Odense í staðin, tí tá tekur teinurin millum skúlan og bóndagarðin bara eitt korter á súkklu, sigur Johan í Kollafirði.
Tey bæði hava havt nógva vitjan á bóndagarðinum í Havndrup, bæði føroyingar og danir. Eitt stórt tal av føroyingum hava vitjað hjúnini bæði, og Johan í Kollafirði ivast onga løtu í, at tá páskirnar fara at nærkast og heilt fram til og við heystfrítíðina, fara nógvir gestir at hyggja fram við hjá teimum í Stjernekilde.