Á tíðindafundi í morgun vóru valevnini hjá Tjóðveldi til komandi fólkatingsval almannakunngjørd. Millum tey tólv, vóru fimm av seks løgtingslimum floksins. Øll uttan Bjørt Samuelsen stilla upp til fólkatingsvalið.
Orsøkin er einføld.
- Eg ætli mær ikki á fólkating, sigur Bjørt Samuelsen, tá hon verður spurd um, hví hennara navn ikki var á listanum yvir valevni.
Hon sigur, at hon heldur ikki, at tað hevði verið rætt yvir fyri veljaranum at stilla upp, og so kortini ikki taka sæti á Fólkatingi.
Bjørt Samuelsen gjørdist nummar tvey á listanum hjá Tjóðveldi við seinasta Fólkatingsval. Hon fekk tá 351 atkvøður.
- Um støðan var, at flokkurin manglaði góð valevni, so hevði eg kanska umhugsað at stilla upp, fyri at hjálpa flokkinum, men soleiðis er støðan jú als ikki. Har er nokk av góðum fólki, ið stillar upp fyri flokkin og eg vænti, at flokkurin fær eitt gott val, sigur Bjørt Samuelsen.
Tey, ið stilla upp fyri Tjóðveldi, eru:
Pauli T. Petersen, Vestmanna.
Páll á Reynatúgvu, Sandur.
Torbjørn Jacobsen, Glyvrar.
Magni Arge, Argir.
Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík.
Tór Marni Weihe, Hoyvík.
Sirið Stenberg, Vágur.
Kristina Háfoss, Hoyvík.
Høgni Hoydal, Hoyvík.
Gunvør Balle, Argir.
Óluva Klettskarð, Klaksvík.
Jóhann Lützen, Klaksvík.