Fyri fyrstu ferð nakrantíð sigur Ben Affleck frá, hvat tað var, sum gekk galið millum hann og Jennifer Lopez, tá ið tey fóru frá hvørjum øðrum í 2004.
Affleck og Lopez, sum nú bæði eru gift og hava børn, komu saman í 2002, eftir at tey høvdu møtt hvørjum øðrum undir upptøkunum til filmin ?Gigli?. Parið fór frá hvørjum øðrum aftur stutt áðrenn planlagda brúdleyp teirra í september í 2004.
- Eg haldi, tað var ein feilur, at Jen og eg vórðu forelskaði ? vit vóru so glað og kanska eisini eitt sindur ov opin. Eg haldi ikki, nakar av okkum roknaðu við, at tað heila fór at ganga so nógv amokk, sum tað gjørdi.
Kona Affleck, sjónleikarinnan Jennifer Garner, sum hann varð giftur við í 2005, er nú upp á vegin við nr. 2 barni teirra.
Lopez varð í 2004 gift við Marc Anthony, sum hon fekk tvíburðar saman við í februar.