Eingir ferðaseðlar eftir við Smyrli

Tey, sum ikki hava keypt sær ferðaseðil við Smyrli enn, sleppa ikki suður fyrr enn í annaðkvøld – tað síðsta nýggja er, at ein eyka túrur verður við Teistanum í kvøld.

– Tað er total kaos viðvíkjandi billettsøluni við Smyrli nú jóansøka er, og nýggj ferðaseðlaskipan, sigur ferðafólk, sum vit hava tosað við í morgun. 

– Fólk standa á bryggjuni og fáa ikki at vita fyrr enn klokkan 12, um tey kunnu keypa ferðaseðil – og annars er alt útselt um vikuskiftið, sigur ferðafólki, sum eisini vísir á, at rótikassar á netinum eru fullir av fólki, sum »børsa« ferðaeðlar og fólki, sum sóknast eftir ferðaseðlum.

Um vit hyggja í bíleggingarskipanina hjá Strandaferðsluni, so sæst, at eingin ferðaseðil fæst suður fyrr enn í annaðkvøld klokkan 18, og har eru í skrivandi stund 718 ferðaseðlar eftir.

Sambært Strandferðsluni verður ein eyka túrur gjørdur við Teistanum av Havnini til Suðuroyar um nátturðatíð í kvøld.