Eitt Widerøe-flogfar á rutuni, sum kallast WF1013, noyddist í kvøld at venda aftur til Bergen, eftir at flogfarið varð rakt av snarljósi.
Flogfarið var á veg til Haugesund, veit norska kringvarpið at siga í kvøld.
Samskiftisleiðarin hjá Widerøe, Catharina Solli, váttar tíðindini yvirfyri Haugesunds Avis.
- Tað er rætt, at vit høvdu eitt flogfar, sum varð rakt av snarljósi og vendi aftur til Bergen.
Hon vísir á, at í Bergen hevur felagið sína teknisku støð, og her verður flogfarið nú kannað.
- Vit hava fingið eitt annað flogfar, sum skuldi fara avstað við ferðafólkunum í kvøld klokkan 21.30, lokala tið, sigur samskiftisleiðarin.
Lesið eisini -
Flogfar lendi við punkteraðum dekki í Arlanda - https://www.in.fo/news-detail/flogfar-lendi-vid-punkteradum-dekki-i-arlanda