Herfyri bóru vit her á In.fo søguna um, at 11 mønustingarar og tveir kúluonglar vóru horvnir sporleyst í Bø.
Grindaformaðurin, Gutti Guttesen, segði, at tjóvaríið av grindareiðskapinum helst er framt einaferð í summar - nakað eftir, at ein grind hevði lagt beinini í Bø.
Togini, sum vóru skorin úr kúluonglunum, lógu eftir í neystinum, men bæði kúluonglar og mønustingarar vóru burtur.
Gutti Guttesen, grindaformaður, sigur við In.fo, at í gjár fekk hann myndir sendandi sum vísa, at tríggir mønustingarar nú eru funnir aftur.
- Nú vita vit, hvar teir eru burturbeindir. Mønustingararnir eru helst stoyttir omanav, og hesir tríggir eru so lendir á einari rók Undir Reyðastíggi, nakað uttanfyri Múlafoss í Gásadali.
##med2##
Grindaformaðurin sigur, at teir hava sent boð eftir kavarum, og ætlanin er at senda nakrar kavarar niður at leita um 11-tíðina fyrrapartin.
- Vit vóna sjálvsagt at finna grindareiðskapin hjá okkum aftur, sigur Gutti Guttesen, sum leggur aftrat, at tjóvaríið er meldað til løgregluna.
Lesið eisini -
Allir kúluonglarnir í Leynum stolnir-
https://www.in.fo/news-detail/allir-kuluonglarnir-i-leynum-vordu-eisini-stolnir
##med3##