Ákærdur fyri yvirgang eftir morð á norskum bústaði

Ein 18 ára gamal maður er skuldsettur fyri dráp og brot á norsku yvirgangslóggávuna eftir drápið á eina kvinnu í 30-unum í norska høvuðsstaðnum, Oslo.

Løgreglan var til staðar á bústaðnum í Oslo, har drápið varð framt, sunnumorgunin. - Mynd: Terje Bendiksby/Ritzau Scanpix

Tað upplýsti ákærin hjá norsku løgregluni, Philip Green, á tíðindafundi í morgun, sambært tíðindastovuni NTB.

Kvinnan varð dripin, meðan hon var til arbeiðis á einum bústaði. Ákærdi er búsitandi á stovninum.

- Sum málið er nú, meta vit, at hann ætlaði at skapa ótta hjá einum parti av fólkinum. Tað er eisini orsøkin til, at hann nú er skuldsettur eftir ásetingini um yvirgang, sigur Philip Green um ákærda.

Undir avhoyringunum hjá løgregluni segði tann 18 ára gamli, at hann hevði ætlanir um at leggja á fleiri fólk umframt kvinnuna, sum varð dripin.

 

/Ritzau/

 

Løgreglan var til staðar á bústaðnum í Oslo, har drápið varð framt, sunnumorgunin. - Mynd: Terje Bendiksby/Ritzau Scanpix