Landssjúkrahúsið skrivar, at verkætlanin umfatar tíðarskeiðið 2019–2023, og hevur til endamáls at savna og greina dátur um bæði sjálv brotini og viðgerðina av teimum.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Skurðdepilin og Odense Universitetshospital í Danmark, og verður leidd av Georg C. Ivanov og Karoline S. Ejby, sum eru KBU-læknar á Landssjúkrahúsinum. Tey greina m.a. hvat slag av mjadnabroti talan er um, hvør viðgerð er vald, hvussu leingi sjúklingurin er innlagdur, og hvussu gongur eftir viðgerð.
Mjadnabrot eru millum tey mest álvarsomu beinbrotini, serliga hjá eldri fólki, tí tey ofta hava við sær stórar heilsutrupulleikar, longri sjúkrahúsinnlegging, og í summum førum meira álvarsamar fylgjur. Í Føroyum hevur einki skipað yvirlit verið yvir mjadnabrot áður, og tí er lítil vitan um, hvussu føroysk viðgerð og úrslit kunnu samanberast við altjóða viðurskifti.
Endamálið við verkætlanini er ikki bara at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu ofta mjadnabrot eru og hvussu tey verða viðgjørd í Føroyum, men eisini at kunna samanbera við donsk og altjóða hagtøl. Verkætlanin er eisini ein liður í at betra um gransking innan ortopedkirurgi í Føroyum, og kann lata dyrnar upp fyri fleiri líknandi kanningum í framtíðini.