Sjómannadagin vóru eg og Sigrid J. Dalsgaard á Norðlýsinum og tosaðu um samstarvið við Russland til teirra poddvarp.
Aftaná fóru vit til tað stóra morgunmatarborðið. Blíðskapurin var sum altíð stórur, huglagið lætt millum fólk, og í prátunum fekk eg nakrar – sum altíð siðiligar! – viðmerkingar um, at eg og Javnaðarflokkurin hava verið eitt sindur ivasom um hetta samstarv.
Tveir spurningar komu upp at venda:
Skulu vit endurnýggja sjálva fiskiveiðiavtaluna í desember?
Skulu Føroyar tá eisini loyva teimum skipum inn til okkara, sum ES, Norra og Ísland hava sett á svartalista?
Tey, eg tosaði við um hetta, søgdu ja til báðar spurningar. Og eg fari neyvan skeivur um eg sigi, at tey umboða ein ovurstóran meiriluta í Klaksvík.
Fulla virðing fyri tí. Sjálvandi. Samstarvið við Russland hevur stóran týdning í økinum og tí vil mann helst als ikki pilka við tað.
Tað, sum mann kann sakna í kjakinum er, at tað ikki bara verður hugt at hvat samstarvið gevur, men eisini hvat tað kostar. Altso hvat Føroyar sum heild – kanska serliga Norðoyggjar! – høvdu kunnað fingið burturúr teimum stóru mongdum av fiski, sum vit lata Russlandi í dag.
Hetta er jú ein handil, vit sum samfelag gera. Og tá hyggur tú ikki bara at tí, tú keypir, men eisini at tí, tú rindar.
Skal hesin handilin verða góður samfelagsbúskaparliga sæð, skal tað, vit fáa, verða líka nógv ella meira vert enn tað, vit lata. Sum eg onkuntíð havi sagt: At rinda fyri ein veðr við einum tarvi, er ikki skilagott.
Hvat lata vit?
Avtalan fyri 2025 sær soleiðis út: Vit geva Russlandi rætt at fiska 75.000 tons av svartkjafti, 8080 tons av makreli, og 5800 tons av sild á føroyskum øki.
Hetta er í beinleiðis umbýti við Føroyar. Men tað er ikki alt.
Eftir trýst úr Bretlandi loyvdu Føroyar í avtaluni fyri 2024 ikki longur russiskum skipum inn í sonevnda “felagsøkið”, sum Føroyar og Bretland umsita saman. Í somu avtalu bleiv tann parturin av altjóða kvotuni, sum Russland hevur loyvi til at fiska á føroyskum øki, øktur úr góðum 25.000 tonsum til knøpp 56.000 tons. Tað er aldrin kritisk viðgerð av avtaluni við Russland í miðlunum, og mær vitandi spurdi heldur eingin journalistur um hetta. Men mítt git er, at hetta var kompensatión fyri, at Russland misti atgongdina til felagssøkið. Altso: Hóast tað reelt var BRETLAND, sum útihýsti Russlandi úr felagsøkinum – so kompenseraðu FØROYAR við at geva Russlandi nógv størri rættindi á føroyskum øki.
Russland hevur varðveitt hesi rættindi, og í 2025 kunnu teirra skip fiska knøpp 53.000 tons av teirra kvotu í altjóða sjógvi inni hjá okkum.
Tilsamans hava Russisk skip sostatt rætt at fiska umleið 142.000 tons á føroyskum øki.
28 skip hava rætt – lisens – at fiska her. Summi teirra eru sera stór. Vit tosa um 5.000-tons klassan. Hví so nógv skip skulu hava henda lisens, er eitt sindur ilt at skilja. Men greitt er, at tað ger tað trupult at hava nøktandi eftirlit við teimum. Og so eru fleiri av teimum – Ester, Lira og Melkart-2 – undir sterkum illgruna fyri at vera partur av russiska hervaldinum.
Men vit rinda ikki bara russlandi við fiski og fiskiloyvum. Vit fiska tann “russiska fiskin” í norska partinum av Barentshavinum. Og tað skal Norra sjálvandi eisini hava kompensatión fyri í teirri avtalu, vit gera við Norra.
Harumframt kemur tann sterki illgrunin um, at russisku skipini bæði fiska meir, enn tey hava loyvi til, og hava ólógliga hjáveiðu, sum skaðar okkara grunnar.
Hvat fáa vit?
Føroysk skip hava í ár rætt at fiska knøpp 7.500 tons av av toski, 1000 tons av hýsu, 900 tons av botnfiski og 4000 tons av rækjum í Barentshavinum. (Sigast skal, at tølini fyri tosk og hýsu hava verið væl hægri, og í teoriini kunnu vaksa aftur. Men sannlíkt er, at toskakvotan fyri komandi ár fer at minka enn meira. Kanska heilt niður á 6.000 tons. Sigast skal eisini, at rækjurnar ofta als ikki hava verið fiskaðar).
Telja vit rækjurnar við hava vit rætt at fiska umleið 13.400 tons í Barentsavinum í ár.
Rokna vit meðal avreiðingarvirðið, so dugi eg illa at síggja annað enn, at tað, Russland fiskar hjá okkum, er nógv meir vert enn tað, vit fiska í Barentshavinum. Og eg havi onga útrokning sæð, sum vísir nakað annað.
Rætt er, at toskurin hevur sera góðan prís. Men tað hevur makrelurin eisini. Og fer toskakvotan heilt niður á 6.000 tons er trupult at síggja, hvussu hetta kann geva yvirskot til Føroyar.
Tá tú rekur handil hyggur tú eisini at útreiðslunum til íløgur og rakstur. Og tað kostar meir at fáa fiskin í Barentshavinum til høldar, enn tað hevði kostað, um føroysk skip í staðin fiskaðu tað, vit lata Russlandi. Tað er bara at hyggja at teimum flottu, flottu roknskapunum hjá uppsjóvarflotanum.
Kortini dugi eg eftirhondini ikki at ímynda mær annað enn, at avtalan verður endurnýggjað í desember. Tað er viljin á løgtingi, og honum mugu øll boyggja seg fyri. Men gott hevði verið, um okkara fólk um ikki annað settu rímilig krøv undir samráðingunum. Farnu árini hevur tað sæð út sum eitt russiskt sjálvtøkuborð.
Tey svartlistaðu
Føroyar hava síðani russiska totalálopið á Ukraina sagt, at vit fylgja politikkinum hjá ES og Norra.
Nú hava tey sett tvey reíðarí á svartalista. Og tað er ikki av ongum. Hesi reiðarí eru undir sera sterkum illgruna fyri at arbeiða fyri russiska hervaldið. Altso sama hervald, sum áhaldandi bumbar, oyðileggur og drepur í Ukraina og hóttir onnur lond.
Russland er í kríggið móti Vesturheiminum á nógvum frontum. At vit – í avtalu við russisku stjórnina – loyva skipum higar, sum fregnartænastur í grannalondum halda vera beinleiðis partar av hesum kríggi, er ikki skilagott. Hvørki fyri okkara trygd, okkara umdømi ella okkara samstarv við onnur.
Russland roynir nú at hótta føroyingar við at siga, at missa hesi skip í komandi avtaluni loyvi at fiska hjá okkum, so steðgar alt samstarv millum londini.
Teir hava hótt á sama hátt fyrr – uttan, at nakað hendi. Og hví skuldi nakað hent nú? Um tað bara snýr seg um fiskarí, so kann tað ikki vera ein trupulleiki, at vit geva td 24 skipum lisens at fiska her í staðin fyri 28.
Um Russland sigur, at fortreytin fyri øllum er, at júst tey skip, sum verða hildin at arbeiða fyri russiska hervaldið, skulu hava rætt at virka hjá okkum, so snýr tað seg kanska ikki bara um fiskarí, men eisini okkurt annað...
Eitt afturat: loyva vit hesum skipum, fara tey bert at hava loyvi til at virka í russiska partinum av Barentshavinum - og í Føroyum. Tí er sannlíkt, at ikki bert hesi, men ein rúgva av semimiliterum skipum, sum eru svartlistað, fara at enda á okkara grunnum. Eg haldi ikki, tað kann vera tað, vit vilja.
Eydnast tað at kortini at fáa okkum til at ganga frá øllum tí, vit hava sagt í meira enn trý ár, og gera svartlistað, semimiliter skip til part av avtaluni, so hava russiskir myndugleikar føroyingar júst har, sum teir vilja hava okkum: Gjøgnum búskaparliga samstarvið hava teir fingið so stórt politisk vald á okkum, at teir kunnu trýsta okkum til at taka eina prinsipiella, trygdarpolitiska avgerð, sum gagnar Russlandi.
Eftir standa vit sum orðloysingar mótvegis øllum okkara demokratisku, sameindu grannalondum.
Tað kann eisini hava ein prís...