Ørsted harðan umgang eftir eftir ring tíðindi úr Amerika

Partabrøvini hjá danska orkufelagnum Ørsted fingu enn eitt slag á virðisbrævamarknaðinum í dag

Ørsted hevur áður bygt sjóvindmyllulundir við strondina í Rhode Island. Her sæst ein av teimum fimm havvindmyllunum, sum veita streym til oynna Block Island. - Mynd: Ted Shaffrey/Ritzau Scanpix

Partabrævið í danska orkuriasnum Ørsted varð handlað 16 prosent lægri gjøgnum dagin enn tá virðisbrævamarknaðurin stongdi fríggjadagin.

Hetta kemst helst av, at felagið leygarkvøldið boðaði frá, at tað hevur fingið boð um at steðga arbeiðinum á havvindmyllulundini Revolution Wind, sum er bygd út fyri amerikansku eysturstrondini.

Amerikanska innanríkisráðið hevur gjøgnum sína havorkustýring (BOEM) álagt framleiðslusteðg.

Óvist er, hvussu og nær arbeiðið fer at kunna byrja aftur. Ørsted er í samskifti við myndugleikarnar um at fáa byggingina í gongd aftur sum skjótast.

Revolution Wind er sett saman av 65 sjóvindmyllum út fyri statinum Rhode Island.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ørsted hevur áður bygt sjóvindmyllulundir við strondina í Rhode Island. Her sæst ein av teimum fimm havvindmyllunum, sum veita streym til oynna Block Island. - Mynd: Ted Shaffrey/Ritzau Scanpix