Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock eru ikki til at steðga.
Aftaná seks umfør eru teir framvegis ósigraðir, og eru fremst í bestu pólsku fótbóltsdeildini við 16 stigum.
Í kvøld vann Wisla Plock á Orlen leikvøllinum í Plock 2-1 á Zagłębie Lubin.
Zagłębie Lubin legði seg á odda 1-0, tá 20 minuttir vóru leiktir. Tá ein lítil tími var leiktur fekk Wisla Plock tillutað brotsspark, tá ein verjuleikari hjá Zagłębie Lubin tók bóltin við hondini í brotsteiginum. Áleyparin Lukasz Sekulski tók av og javnaði til 1-1.
Tá tríggir minuttir vóru farnir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat var Andrias við í álopsstøðuni, tá bólturin endaði hjá áleyparanum úr Ekvatoriala Guinea, Iban Salvador. Iban Salvador meddaði til bóltin. Skotið var so hart, at málverjin megnaði ikki at halda tí, og so var frøin stór á heimafjøldini.
Fríggjadagin klokkan 17 spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Arka Gdynia.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Zagłębie Lubin 2-1 (0-1):
##med2##