Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá SJK Seinäjoki á útivølli í dysti móti Haka í bestu finsku fótbóltsdeildini megnaði at venda 1-2 til ein 3-2 sigur.
Kasper Paananen legði SJK á odda longu í ellinta minutti. Fyrsta korterið av seinna hálvleiki fekk Haka tvey brotsspørk, ið bæði vóru sett í netið, og so var heimaliðið á odda 2-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Jeremiah Streng til 2-2. Ein minutt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist niðurlendski áleyparin hjá SJK, Kevin Appiah Nyarko stóra hetjan, tá hann skoraði sigursmálið hjá SJK.
SJK er nummar fimm í deildini við 40 stigum. Men teir eru bert trý stig aftanfyri oddaliðið, Inter Turku sum hevur 43 stig.
Tað er sera javnt í oddinum. Inter Turku og KuPs hava 43 stig hvør. Ilves hevur 42 stig og HJK hevur 41 stig.
Komandi sunnudag klokkan 15 kann SJK taka eitt stórt stig móti oddinum. Tá kemur KuPs á vitjan á OmaSp leikvøllinum í Seinäjoki.
HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum Haka-SJK 2-3 (0-1):
##med2##