Tað skrivar SpaceX í einum uppslag á sosiala miðlinum X.
Útskjótingin var tíggjunda royndin av rakettskipanini, sum hevur verið rakt av fleiri trupulleikum.
Starship-rakettin var klár og fylt við brennievni, tá fimtan minuttir undan ætlaðu útskjótingini varð boðað frá, at hon varð avlýst.
- Vit avlýsa tíggjunda ferðina við Starship fyri at geva tíð at loysa trupulleikar við skipanum á jørðini, skrivar Space X.
Skjótingin av stóru rakettini skuldi eftir ætlan fara fram klokkan 00:30 okkara tíð frá royndarstøðini hjá rúmdarfelagnum í Boca Chica í statinum Texas.
/Ritzau/