Tað upplýsir forlagið Alfred A. Knopf fyri amerikansku tíðindastovuni AP.
Bókin kemur út 21. oktober.
Í apríl boðaði familjan hjá amerikansku-avstralsku Virginia Giuffre frá, at hon var deyð fyri egnari hond. Hon var 41 ára gomul.
Áðrenn hon doyði, hevði Giuffre skrivað bókina upp á 400 síður í samstarvi við rithøvundan og journalistin Amy Wallance.
Giuffre ákærdi Jeffrey Epstein fyri at hava brúkt hana sum kynstræl, tá hon var ung. Hon hevur eisini sagt, at Andrew prinsur hevði neyðtikið hana í 2001, tá hon var 17 ára gomul.
/Ritzau/