Tað hevur elvt til trot á bensini í pørtum av Russlandi, at Ukraina hevur hert dronuálopini á russiska oljuídnaðin.
Útrokningar, sum tíðindastovan Reuters hevur gjørt, vísa, at ukrainsk álop á russisk oljureinsiverk hevur minkað um reinsiorkuna av brennievni hjá Russlandi við í minsta lagi 17 prosentum.
Hetta svarar sambært Reuters til 1,1 milliónir føt um dagin, sum Russland nú noyðist at vera fyriuttan.
Seinasta mánaðin hevur Ukraina lopið á reinsiverkið Lukoils í Volgograd, Rosnefts-verkið í Rjazan og á eina røð av øðrum reinsiverkum í regiónunum, Rostov, Samara, Saratov og Krasnodar.
So seint sum í dag var eldur framvegis í Novosjakhtinskij-reinsiverkinum eftir ukrainskt dronuálop.
Ukrainar hava eisini lopið á Drusjba-rørleiðingina og útflutningsterminalin, Novateks - umframt á reinsiverkið í Ust-Luga við Eystursjógvin.
Reuters veit at siga um bensintrot í einstøkum økjum í Ukraina, sum Russland hevur ræðið á, umframt í syðra og eystara parti av Russlandi.
Um dagarnar er eisini frætt um langar bilrøðir, har bilførarar royna at leggja bensin inn undir seg.
##med2##