Seint í kvøld vórðu fólk flutt burtur úr einum bygningi í Tróndheimi í Noregi, tá eitt battarí í einari súkklu sprongdist.
- Neyðhjálparfólk fóru avstað klokkan 23.46, lokala tíð, eftir at boð vóru komin um eld í einum bygningi í Rosenborggade í Tróndheimi.
Løgreglan sigur við www.tv2.no, at fólk vórðu flutt úr bygninginum eftir spreingingina og eldin, sum stóðst av spreingingini.
Sum skilst, er eldurin nú sløktur.
- Sløkkiliðið sigur, at roykkavarar eru inni í bygninginum og sløkkja, og fólk eru flutt úr pørtum av bygninginum, sigur løgreglan.
Sambært løgregluni var tað eitt súkklubattarí, sum sprongdist. Eldur stóðst av spreingingini - fyrst á fyrstu hædd og síðan í hæddini omanfyri.
- Støðan er nú undir eftirliti, sigur átaksleiðarin, Kirsten Haugen Bergstrøm, beint eftir midnátt, lokala tíð í kvøld.