Løgreglan veit einki nýtt um gentuna, sum varð eftirlýst í gjár. Hon er framvegis eftirlýst, og løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum veit, hvar hon er.
Hóast lívstekn eftir øllum at døma hava verið frá gentuni á sosialum miðlum, so veit løgreglan framvegis ikki, hvar gentan er.
– Um vit fáa upplýsingar um, hvar gentan er, so reagera vit upp á tað, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum altso framvegis fegin vil frætta frá fólki, sum kunnu geva løgregluni upplýsingar um hana, sigur vaktleiðarin.
Tað var seinnapartin í gjár, at løgreglan hevði hesa eftirlýsing eftir gentuni:
Eftirlýsing
Føroya Politi leitar í løtuni eftir Maiu Amandu Sørensen, sum seinast varð sædd í Tórshavn um midnáttarleitið hóskvøldið tann 21. august 2025.
Maia er 14 ár og er 172 cm høg. Hon hevur langt, svart, slætt hár. Hon var ílatin eina hvíta, bundna troyggju og svartar buksur.
Um tú veitst, hvar Maia Amanda er, ynskja vit, at tú boðar Føroya Politi frá á tlf. 35 14 48.