Mikudagin var ein áhugabólkur úr grannalagnum “Norði í Danmark” í Miðvági á fundi á kommunuskrivstovuni. Norði í Danmark, er eitt grannalag í Miðvági, sum á mannamunni verður nevnt Norði í Danmark. Áhugabólkurin ynskir at fáa sett gongd á eina ætlan um fríðkan og trivnað á økinum við gamla svimjihylin í Lambá, sum verður mettur at vera áleið 90 ára gamal.
Á fundinum umrøddu tey, saman við borgarstjóranum, Bjarna Prior, møguleikar fyri at betra um trivnaðin á økinum. Áhugabólkurin vísti m.a. á, at hylurin eigur at verða tømdur fyri grús, at nýggj brettir skulu gerast, og at trygd og atkomiligheit skulu hugsast inn í arbeiðið. Eisini ynskja tey, at økið verður ruddað og gjørt innbjóðandi við m.a. girðing, borði og benkur, bjargingarkransi, og møguliga eina lítla terassu.
Hugskotini fevna eisini um at gera hylin til eitt savningarstað fyri borgrar í kommunun – bæði til góðveðursdagar um summarið og til serlig høvi.
Borgarstjórin og áhugabólkurin samdust um at arbeiða víðari við málinum saman, fyri at finna eina felags loysn, har bæði kommunan og sjálvboðin kunnu taka lut í at betra um og varðveita svimjihylin, sum hevur havt stóran týdning fyri økið í fleiri ættliðum.
Samtíðis gjørdi borgarstjórin greitt, at hann sjálvur eisini hevur gjørt sær nakrar tankar um økið. Hann hevur fyrireika eitt ítøkiligt uppskot, sum verður lagt fyri býráðið í næstum, skrivar vaga.fo.