Orsøkin til longu viðgerðartíðinar er samansett

Útlendingastovuni skal menna mannagongdir, málsviðgerðarskipanir og fakligar førleikar, sigur landsstýrismaðurin um orsøkina til drúgvu viðgerðartíðirnar

– Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at stytta viðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi?

Soleiðis spurdi Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, í einum grein 52a fyrispurningi til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrisman, sum nú hevur svarað spurninginum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at málsøkið “útlendingamál” er ikki yvirtikið, men er framvegis danskt málsøki.

– Broytingin, sum hendi á økinum í fjør heyst, var tann, at sjálv málsviðgerðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum til Føroyar, varð flutt til Føroyar, sambært heimiling í § 46 c í útlendingalógini fyri Føroyar (Anordning nr. 182 af 22. Marts 2001 for ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven, sum seinast broytt við anordning nr. 666 frá 4. Juni 2025), og nú fer fram á Útlendingastovuni.

– Tað er ein sannroynd, at málsviðgerðin hjá Útlendingastovuni av arbeiðs- og uppihaldsloyvum tekur longri tíð enn ynskiligt, serliga tá talan er um leingjan av arbeiðs- og uppihaldsloyvum, sigur landsstýrismaðurin.

Hann vísir á, at hann í svari, dagfest 18. juni í ár, til § 52 a fyrispurning frá Magnus Rasmussen, løgtingsmanni, greiddi eg frá, at orsøkin til longu viðgerðartíðinar er samansett.

– Økið er nýtt, og tí er neyðugt hjá Útlendingastovuni at menna mannagongdir, málsviðgerðarskipanir og fakligar førleikar, samstundis sum sjálv málsviðgerðin fer fram, og ger hetta arbeiðsgongdina meira tíðarkrevjandi, sigur hann.

Harumframt er stovnurin lítil og hevur ikki møguleika at gagnnýta teir fyrimunir, ið størri eindir hava, so sum journaleindir, móttøkueindir, uppbýtta málsviðgerð og automatiseraðar skipanir. 

– Útlendingastovan arbeiðir tó miðvíst við at styrkja innanhýsis skipanir, tryggja betri yvirlit yvir málsbyrðu og málsstøðu, menna fakligu førleikarnar á økinum, og broyta arbeiðsbýtið innanhýsis, har tað ber til, fyri at fáa málsviðgerðina at ganga skjótari, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

##med2##

Hann sigur, at arbeiðsbyrðan á Útlendingastovuni verður eyka tyngd av, at skipanin við uppihaldskortum av misgáum fall burtur, tá málsviðgerðin varð flutt til Føroyar.

– Hetta merkir, at Útlendingastovan í løtuni má skriva út afturferðarloyvi til hvønn einstakan útlending, sum ferðast úr Føroyum. Higartil hevur Útlendingastovan skrivað út umleið 700 afturferðarloyvir. Løgmálaráðið hevur javnt og samt heitt á Udlændinge- og Integrationsministeriet um at loysa hendan trupulleikan, og gongd er nú í hesum málinum. Tá hesin trupulleikin er loystur, fer tað væntandi at lætta nakað um arbeiðsbyrðuna á Útlendingastovuni, sigur hann.

Tað er tó vorðið greitt, at hóast royndir at effektivisera arbeiðið á Útlendingastovuni, so er neyðugt, at Útlendingastovan fær fleiri starvsfólk, um málsviðgerðartíðirnar skulu styttast.

– Eg arbeiði tí í løtuni við at finna eina loysn á hesum og eri í samskifti við viðkomandi partar um, hvussu hesin trupulleikin kann loysast á ráðiligan hátt.

– Eg meti, at samanumtikið fara omanfyri nevndu tiltøk at stytta um viðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svarinum til Helga Abrahamsen, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin.