Geza sendi Ona­na skeiv­an veg - Grims­by sendi Uni­ted úr kapp­ing­ini

Her eru brotsspørkini frá dystinum Grimsby Town-Manchester United 12-11 (2-2 - 2-0)

Mynd: Grimsby Town

David Geza Turi kom á vøllin í 64. minutti í tí minniliga dystinum í øðrum umfarinum í Carabao Cup, har Grimsby Town úr fjórðbestu deildini sendi Manchester United úr kappingini aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Grimsby megnaði at skelka United í fyrra hálvleiki við at skjóta tvey mál innanfyri átta minuttir á Blundell Park leikvøllinum í Grimsby. Charles Vernam og Tyrell Warren syrgdu fyri málunum hjá Grimsby. 

 

Bryan Mbeumo fekk spenning í uppgerðina aftur, tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini, og í 89. minutti tryggjaði Harry Maguire United eina brotssparkskapping. Longd leiktíð verður ikki brúkt so tíðliga í kappingini. 

 

Grimsby setti 10 brotsspørk í netið, meðan United bert setti níggju í netið, og so var Geza partur av einari stórari steypasensasjón. Sjálvur var hann tryggur frá 11 metrum, og sendi Onana skeivan veg. 

 

Viðhaldsfólk hjá Grimsby tustu út á vøllin fyri at fagna sínar hetjur. Eitt kvøld Geza og liðfelagarnir neyvan koma at gloyma í bræði. 

 

Í triðja umfarinum 17. september spælir Grimsby á útivølli móti Sheffield Wednesday. 

 

Tað er ikki lætt at útvega hæddarpunkt, men her síggjast brotsspørkini hjá Grimsby Town og Manchester United. Brotssparkið hjá nummar 15 hjá Grimsby, David Geza Turi var sera væl tikið: 

 

##med2##

 

Grimsby 2 - 2 Manchester Utd (Grimsby vinnur 12-11 eftir brotssparkskapping)

1-0 Charles Vernam ('22 )

2-0 Tyrell Warren ('30 )

2-1 Bryan Mbeumo ('75 )

2-2 Harry Maguire ('89 )

 

 

 

Mynd: Grimsby Town