Allir limirnir í ST-trygdarráðnum - undantikið USA - kalla hungur í Gaza fyri eina "mannaskapta kreppu".
Tað siga tey 14 limalondini í felags yvirlýsing í dag. Danmark er í løtuni millum teir ikki-føstu limirnar.
Londini vísa á, at tað er bannað sambært altjóðarætti at brúka hungur sum vápn.
Tey krevja beinanvegin, treytaleysa og varandi vápnahvíld, samstundis sum hernaðarbólkurin Hamas og aðrir bólkar skulu lata allar gíslar leysar.
Harumframt krevja londini økta neyðhjálp, og at Ísrael beinanvegin skal avtaka allar avmarkingar fyri avhending av neyðhjálp.
- Hungurin í Gaza skal steðgast beinanvegin, siga londini.
- Tíðin er avgerandi. Humanitera neyðstøðan skal takast upp uttan drál, og Ísrael skal broyta kós.
Gaza City og økini rundan um standa fyri hungursneyð, sigur eftirlitsbólkurin IPC, sum ST stuðlar, í eini frágreiðing í dag.
Ísrael hevur biðið IPC um at taka sína meting aftur. Ísrael sigur metingina vera skeiva, og sigur, at hon er grundað á ófullfíggjaðar dátur, sum Hamas hevur latið, sum ikki taka atlit til seinastu veitingarnar av mati.
Ritzau/Reuters