Nýggj nevnd vald í Kost- og Føðslufelagnum

Á eyka aðalfundi hjá Kost- og Føðslufelagnum tann 27.august 2025 varð nýggj nevnd vald.

Nevndin sær soleiðis út:

 

  • Forkvinna: Poula Patursson
  • Næstforkvinna: Thilda Hansdóttir í Líðini
  • Nevndarlimir: Lóa Lenvig Hansen, Camilla Bonde Holmegaard Hansen
  • Tiltakslimur: Hanna Tróndheim

 

Kost- og Føðslufelagið umboðar fakfólk innan kost, føðslu og heilsu. Felagið hevur sum endamál at virka fyri betri arbeiðs- og lønarviðuskiftum hjá limunum, eins og at gera týdningin av kost- og føðslufakligari vitan sjónligari í samfelagnum.

 

Formaðurin Poula Patursson sigur:

 

“Vit eru spent at fara til verka. Vit vilja gera okkara fakfelag enn sterkari og tryggja, at arbeiðið hjá limunum verður sætt og viðurkent. Okkara limir gera eitt týðandi arbeiði í samfelagnum innan bæði heilsuverkið, eldraøkið og nógva aðra staðni. Okkara vitan ger mun – bæði fyri heilsu, menning og trivnað.”

 

Felagið takkar samstundis fyrrverandi nevndarlimum fyri teirra arbeiði og fakliga íkast gjøgnum tíðina. Eisini takka vit danska Kost og ernæringsforbundet fyri hollan stuðul og ráðgeving og gleða okkum til gott samstarv frameftir.