H-bygningurin hevur fingið skaða av lekum

Í sýnsfrásøgn um H-bygningin verður víst á týðandi avbjóðingar við tilfari og handverki. Frágreiðingin staðfestir, at nakrir fylgiskaðar longu eru sjónligir, og at stórur vandi er fyri enn fleiri skaðum av ymiskum slag, sum enn ikki eru sjónligir.

Tað sæst í svari frá Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum til ein grein 52a fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni.

 

Hann spurdi soleiðis:

 

1. Hvussu kann ein byggiverkætlan, har Heilsuverkið hevur havt bygginevnd við í allari tilgongdini, og har verkfrøðingar, arkitektar, ráðgevar og eftirlit hava verið knýtt at frá fyrsta degi, og fastir byggileiðslufundir hava verið, kortini fara so mikið av sporinum, sum byggingin av H-bygninginum er farin?

 

2. Ætlar landsstýriskvinnan at kanna málið til fulnar, við óvildigum fakfólkum við servitan og kunnleika til bygging i Føroyum, so ábyrgdin hjá teimum pørtum, ið hava staðið fyri byggingini, verður staðfest, og endurgjaldskrav kann verða kravt fyri tað, sum er farið fram?

 

3. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvat eftir er at gera, hvat skal skiftast og broytast ella endurgerast, og hvat samlaði kostnaðurin fyri at gera bygningin lidnan verður tá avtornar?

 

4. Kann landsstýriskvinnan vátta ella avsanna, at valda tilfarssamansetingin og mátin, ið bygningurin er klæddur uttan, er gjørt á ein hátt, sum væntandi fer at elva til álvarsligar trupulleikar innan stutta tíð — bæði við tering og møguliga við soppi?

 

##med2##

 

Og landsstýriskvinnan svarar soleiðis:

 

Til spurning 1

 

Tað verður m.a. spurt um, hvussu byggiverkætlanin kann fara so mikið av sporinum, tá ið heilsuverkið hevur havt eina bygginevnd, sum hevur verið við í allari tilgongdini.

 

Tað er soleiðis, at bygginevndin fyri Landssjúkrahúsið hevur til uppgávu at tryggja, at bygningurin og innihaldið í bygninginum, samsvarar við tað virksemi, sum skal vera í bygninginum. Limir í bygginevndini hava tí t.d. serkunnleika um funktiónir og arbeiðsgongdir á einum sjúkrahúsi. Tað er harafturímóti Landsverk, ið hevur byggiharraleiklutin og stendur fyri at bygningurin verður bygdur til tann tørv, sum Sjúkrahúsverkið hevur.

 

Heilsumálaráðið hevur tí sent fyrispurningin til Landsverk til viðmerkingar.

 

Sambært Landsverki gongur upprunaliga byggiverkætlanin meiri enn 15 ár aftur í tíðina, og er hon í fleiri umførum viðgjørd í Løgtinginum. Talan er um eina víðfevnda verkætlan, ið er ment í stigum, og tí er fyrireikað og framd yvir eitt sera langt tíðarskeið.

 

Í fjør bað Landsverk Sorinskrivaran um at seta sýnsmann at gera sýn og metingarfrágreiðing viðvíkjandi ítøkiligu avbjóðingunum við lekum í fasadum og vindeygum v.m. Tann 12. juni í ár lat sýnsmaðurin Landsverki frágreiðingina um sýn og meting, ið varð gjørd av bygninginum 1. - 3. apríl í ár.

 

Orsøkin til trupulleikarnar við lekum er samansett og stavar sambært sýnsfrágreiðingini frá vantandi dygd í handverkinum, ónøktandi tilfarsvali, vantandi eftirlit og prosjekteringsfeilir. Tað vil siga, at tað snýr seg bæði um ábyrgd hjá stórarbeiðstakaranum fyri fasaduna og hjá høvuðsráðgevanum, serliga í mun til fakeftirlit.

 

Landsverk hevur við støði í sýnsfrágreiðingini sett seg í samband við partarnar í málinum fyri at frætta, hvørja støðu teir hava til frágreiðingina og um partarnir hava í hyggju, at umvæla og bøta aftur um feilirnar og manglarnar, sum eru staðfestir í sýnsfrágreiðingini. Landsverk hevur tilskilað sær rætt til at fara undir at bøta aftur um feilirnar og manglarnar og at fasthalda kravið ímóti feløgunum.

 

Higartil hava partarnir ikki givið ábending um, at teir vilja umvæla og bøta aftur um feilirnar og manglarnar. Landsverk hevur gjørt galdandi solidariska ábyrgd móti stórarbeiðstakaranum og høvuðsráðgevanum.

 

Formliga tilgongdin viðvíkjandi sýninum og møguligum eftirfylgjandi gerðarættarmáli kann væntast at taka drúgva tíð.

 

##med5##

Til spurning 2

 

Sum nevnt í svarinum til fyrsta spurning, ætlar Landsverk at leggja gerðarrættarmál ímóti stórarbeiðstakaranum og høvuðsráðgevanum, um ikki partarnir taka stig til at umvæla og bøta aftur um feilirnar og manglarnar.

 

Í hesum sambandi eru arbeiðstøku- og ráðgevaratryggingarnar, ið eru teknaðar í verkætlanini, eisini viðkomandi. Sambært Landsverki verður endalig støða um ábyrgd og endurgjaldskrøv tikin í sambandi við gerðarrættarúrskurðin. Hetta er eisini galdandi fyri viðgerðina í mun til teknaðu tryggingarnar og tilgongdina annars við verkætlanini.##med4##

##med3##

 

Til spurning 3

 

Sambært Landsverki er talan í høvuðsheitum um eina størri umvæling í fasadum, og vindeygu skulu eisini skiftast, fyri at klimaskermurin verður tættur. Bygningurin er í høvuðsheitum liðugur.

 

Landsverk ætlar, at nakrar ábøtur verða gjørdar í heyst og annars, at arbeiðini verða gjørd frá á várið 2026. Enn ber ikki til at siga, hvussu leingi tíðarskeiðið kemur at vara, men tað verður helst stóran part av árinum 2026. Tá ið málið er betur fyrireikað og tað er greitt, hvat skal gerast og útboð hevur verið, verður kostnaðarmetingin meiri neyv.

 

##med4##

 

Til spurning 5

 

Landsverk upplýsir, at tað í sýnsfrágreiðingini verður víst á týðandi avbjóðingar bæði viðvíkjandi tilfari og handverki. Eisini verður upplýst, at um ábøtur ikki vera gjørdar, kann roknast við framhaldandi vatnlekum v.m., sum fer at hava við sær sopp og niðurbróting av bjálving og øðrum tilfari. Frágreiðingin staðfestir, at nakrir fylgiskaðar longu eru sjónligir, og at stórur vandi er fyri enn fleiri skaðum av ymiskum slag, sum enn ikki eru sjónligir.

 

 

 

Heilsumálaráðið, 25. august 2025

 

Súsanna Bertholdsen

 

landsstýriskvinn

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum