Mótmælisfólk steingja týsdagin ein høvuðsveg í Yakum nærhendis býnum Tel Aviv og krevja vápnahvíld. - Mynd: Nir Elias/Reuters

Mótmælisfólk sperra motorvegir í Ísrael

Mótmælisfólk sperraðu motorvegir um alt Ísrell í dag við brennandi dekkum, skeltum og ísraelskum fløggum.

Mótmælisfólk steingja týsdagin ein høvuðsveg í Yakum nærhendis býnum Tel Aviv og krevja vápnahvíld. - Mynd: Nir Elias/Reuters

Mótmælisfólkini kravdu eina vápnahvíldaravtalu í Gaza, og at teir ísraelsku gíslarnir, sum Hamas heldur sum fangar, skuldu sleppa leysir.

Tað skriva Times of Israel og CNN.

Mótmælisgongurnar vóru undan einum fundi í trygdarráðnum í Ísrael seinni í dag.

Sambært CNN skuldi trygdarráðið umrøða komandi álopið hjá Ísrael á Gazabýin.

Avvarðandi hjá gíslum í Gaza høvdu hjálpt til at skipa fyri mótmælisgongunum.

 

/Ritzaus/

 

Mótmælisfólk steingja týsdagin ein høvuðsveg í Yakum nærhendis býnum Tel Aviv og krevja vápnahvíld. - Mynd: Nir Elias/Reuters