Grindin nærkast Havnini

- Grindin er nú komin heim um Kirkjubønes, og ætlanin er at halda henni til í Sandágerði, sigur sýslumaðurin

Gongst soleiðis, sum Kristian Martin Joensen, sýslumaður, væntar, leggur ein grind helst beinini í Sandágerði um eina løtu.

 

Talan er um eina grind, sum varð funnin í Hestfirði í morgun. Hon gekk suður eftir í fjørðinum og er nú komin heim um Kirkjubønes, eystanfyri.

 

- Tað hevur eydnast at fáa grindina inn um Kirkjubønes, og nú gongur hon norður móti Havnini, sigur sýslumaður.

 

Kristian Martin Joensen sigur, at nakrir bátar eru í rakstrinum, men hann heldur, at bátarnir í løtuni eru færri enn 10.

 

- Gongst, sum ætlað, verður grindin rikin í Sandágerð, sigur hann.

 

Sýslumaðurin leggur aftrat, at hann nú fer at lýsa grindaøkið at vera ein fjórðing í allar ættir - og eisini uppeftir.