Tá Norrøna legði at landi týskvøldið kom ein maður til markaeftirlitið og vísti teimum nøkur skjøl, sum søgdu, at maðurin var úr Bulgaria. Hann ætlaði sær í land í Føroyum og søkja sær starv her.
Tollararnir á Farstøðini sóu tó skjótt, at her var talan um følsk skjøl og hildu manninum aftur. Tá hann og viðføri hans vóru kannað nærri, funnu tollararnir onnur skjøl, ið vístu at maðurin er úr Afganistan og er komin inn í Evropa umvegis Grikkaland.
Hildur Hentze, kanningarleiðari, sigur, at maðurin hevur søkt um friðskjól aðrastaðni í Evropa, men er avvístur og hevur tí lagt leiðina hendan vegin.
Hann hevur tó eingi skjøl við sær, ið geva honum innferðarloyvi í Føroyum og tí verður hann vístur av landinum aftur, tá Norrøna kemur á Havnina aftur hósdagin.
Um ein útlendingur skal fáa uppihald í Føroyum, krevst at hann hevur lóglig ferðaskjøl, úr nøkrum londum krevst eisini visa, og so skal viðkomandi eisini hava nokk av peningi til uppihald í Føroyum í eina tíð.
Maðurin verður sum sagt sendur aftur til Danmarkar. Hildur Hentze sigur, at so vítt hon veit er eingin avgerð tikin um, at maðurin skal vísast úr Evropa, tað er upp til londini, har maðurin hevur søkt um friðskjól. Tìskil er honum sum so frítt at fara, tá Norrøna leggur at landi í Hirtshals.