Nógv hevur seinasta árið verið at hoyrt um Afghanistan, Al Queda, Osama Bin Ladin, Khabul, yvirgangsmenn og krígshóttanir.
Laura Thomsen hevur í eitt hálvt ár verið sjúkrasystir í Afghanistan eftir yvirgangsálopini tann 11. september í fjør. Hon er við í felagsskapinum »Læknar uttan landamørk«. Laura er fødd í Føroyum og hevur búð í Føroyum fýra tey fyrstu árini av lívi sínum. Foreldur hennara eru úr ávíkavist Sumba og Fámijn.
? Eg eri hvørt ár í Føroyum minst eina ella tvær ferðir, sigur Laura Thomsen, sjúkrasystir. - Eg hevði eina gamla ommu í Sumba, men hon doyði meðan eg var í Afghanistan, tí hon var so sjúk. Men eg var og vitjaði hana beint innan eg fór avstað.
Í desember mánaða í fjør fór Laura, sum dagliga starvast sum sjúkrasystir í Keypmannahavn, til Afghanistan. Har skuldi hon búleikast næsta hálva árið.
Álvarsom støða
Í Afghanistan hevði Laura ábyrgdina fyri seks føðslustøðum, harav trý vórðu latin upp meðan hon var har.
?Eg búði í norðara partinum av landinum. Har hevði verið turkur í trý ár, og tí var støðan rættiliga álvarssom. Fleiri flóttafólk vóru á veg til landið, og serliga nú eftir, at Talibanstýrið fall, greiðir Laura frá.
Tað Laura og hini frá »Læknum uttan landamørk« gjørdu var at geva mat til børn undir fimm ár og til kvinnur, ið vóru við barn.
? Fyri at finna útav, hvussu stórur tørvurin var, fóru vit fyrst runt í fjøllunum, har vit spurdu, hvussu skilið var. Hvussu langt síðani tað var, at tey høvdu etið og so framvegis.
Skjótt gjørdist tað greitt, at støðan var rættiliga álvarssom. Tær flestu familjurnar høvdu næstan ongi djór eftir, og nógvar familjur vóru eisini byrjaðar at selja døtur sínar.
Mulleh, sum er tann hægsti presturin í einum øki, hevur nógva makt. Døtrarnar hjá familjum vóru tí seldar til klan-leiðarar ymsastaðni, og av tí, at ikki ein regndropi er komin niður av himmalinum seinastu trý árini, so hevur avgrøðin verið vánalig hvørt ár síðani einaferð í 90´unum.
? Vit fóru so inn og royndu at meta um, hvussu stórur tørvurin var fyri mati. Vit fingu hveiti frá World Food Program, sum er ein deild undir ST. Síðani góvu vit matin víðari til tey ymsu. Vitaminir og klæðir eisini, tí veturin er ógvuliga kaldur. Tað kann verða heilt niður í fimm kuldastig, greiðir Laura frá.
Áhugavert
? Fyri meg var tað ógvuliga áhugavert at uppliva eina slíka støðu. Sjálvandi var tað eisini hart at síggja øll tey hungraðu børnini, men sjálvt um støðan var so vánalig, so vóru afghanar eitt heilt ótrúliga vinarligt og fyrikomandi fólkaslag, fortelur sjúkrasystirin víðari.
Laura helt, at tað keðiliga við landinum var, at tað var ein lítil prosentpartur av íbúgvunum, sum gjørdu alt so ringt fyri restina av fólkinum. Meginparturin av íbúgvunum ynskti frið í landinum.
? Tað hálva árið eg var har, var ógvuliga friðarligt. Ongin ófriður á nakran hátt. Men tað komst eisini av, at aftaná 11. september, so vóru nógvir hermenn frá ST og fleiri amerikanskir serfrøðingar í landinum. Hetta gjørdi, at talibanarnir hildu lágan profil. Men so skjótt USA fór út úr landinum aftur, so byrjaði ófriðurin aftur.
Laura sigur tó, at fólkið í Afghanistan er ótrúliga positivt og optimistiskt. Tá Laura og hinir læknarnir koyrdu í gjøgnum bygdirnar, so klappaðu tey - helst einamest tí tey hildu og læknarnir vóru amerikanarar.
? Syrgiligast av øllum er nú, at Afghanistan er eitt gloymt land. USA og heimsbankin lovaðu, tann tíð tað var, at rudda upp og fáa heilsuverkið og undirstøðukervið aftur at koyra, men tað er alt gloymt í dag.
Fólkið í norðurpartinum av Afghanistan býr í jørðholum. Tey búgva í klettunum í holum, sum eru gjørdar úr leiri. Nógv av húsunum eru krógvað soleiðis, at tey síggjast ikki aftur í landslagnum.
Arbeiðsloysið er stórt í Afghanistan, og gera tey flestu onki. Um familjan ikki hevur jørð, so hava menninir onki at gera. Tey sita bara inni í køkinum ella inni í húsinum.
Maturin, tey eta er te og breyð, og hetta hava tey etið nógv av tey seinastu tvey árini.
? Tað sást so væl á teimum, at tey høvdu etið ov lítið og fingið skeiv føðsluevnir. Ongar vitaminir, og tað sást á neglunum hjá teimum, og nógv høvdu eisini mist hárið. Nógv høvdu eisini fingið skyrbjóg, sum er ein sjúka av c-vitamintroti, fortelur Laura.
? Fyrr vóru tað næstan bara sjómenn sum fingu tað sjúkuna, men hon var rættiliga útbreidd í Afghanistan, og tað er ógvuliga vandamikið, tá tað kemur til børn.
Ongin ófriður
Ta tíðina Laura var í Afghanistan merkti hon onki til ófriðin, sum annars hevur valdað í landinum seinastu tíðina.
? Felagsskapurin Læknar uttan landamørk gongur høgt upp í trygdina hjá læknunum.
? Tá vit koyrdu úti, so skuldu vit alla tíðina boða frá, hvar vit vóru, og vit sluppu ikki at koyra úti eftir, at tað varð myrkt, sigur sjúkrasystirin.
? Í mei-juni mánaða var trygdin ikki so góð, tí tá komu allir krígsharrarnir niður úr fjøllunum, og teir kundu eisini finna upp á, at leypa á altjóða herdeildir.
? Hetta varð mest gjørt fyri at fáa uppmerksomheit. Fólkið var nógv merkt av ófriðinum í landinum. Men um tveir bólkar vóru í bardaga, so blandar felagsskapurin seg ikki upp í, tí tað gerst ov vandamikið.
Góð tíð
Tá Laura sær aftur á tíðina í Afghanistan, sær hon hetta sum eina góða tíð. -
- Eg hugsi um Afghanistan hvønn dag. Eg síggi tíðina har niðri, sum nakað positivt, og sum eina uppliving, sum eg ongantíð fari at gloyma. Fólkið í Afghanistan er serligt. Nakað, sum minnir um Aladdin, er yvir tí. - Eg fylgi dagliga við í tíðindunum har niðri frá, sjálvt um tað kanska ikki hendir so nógv nú.
Laura fortelur, at beint eftir 11. september vóru heili 80 hjálparfelagsskapir niðri í Afghanistan og hjálptu til, tí tá vóru eisini nógvir fjølmiðlar har niðri, so ljóskastarin var eisini settur á teir ymsu felagsskapirnar.
- Og nú tá lítið er at hoyra um landið, eru bara fýra hjálparfelagsskapir eftir. - Landið koyrir ikki. Fólk fáa ikki útbúgvingar, og skúlar hava latið aftur undir hesum sjey ára langa taliban-stýrinum. Eg gerist veruliga hørm, tá eg hoyri um syndarligu støðuna har niðri, og hvussu lítið verður gjørt fyri landið.
Laura kundi væl hugsað sær at vent aftur til Afghanistan.
? Nú havi eg verið har sum sjúkrasystir, so eg hevði ynskt at komið til landið sum ferðafólk. Eg havi tvey børn har niðri, eina gentu og ein drong, sum eg hvønn mánað sendi 150 $ til. Hesar pengarnar nýta tey til at fáa undirvísing fyri.
Víðari greiðir sjúkrasystirin frá, at peningurin, sum verður sendur niður til gentuna og drongin fara til ein privatlærara. Børnini eru biddarabørn, men Laura hevur skipað soleiðis fyri í samstarvi við foreldrini, at hvønn dag áðrenn børnini fara út at bidda, so verða tveir-tríggir tímar settir av til undirvísing.
Fyri at tryggja sær, at peningurin fer til rætta endamálið, og at lærarin ikki snýtir, so verður ein roynd gjørd, annan hvønn mánað. - Higartil hevur tað gingið væl. tey hava lært bókstavaraðið, og eitt sindur at lesa, og nú duga tey at skriva nøkur nøvn. Í Afghanistan eru tað nógv, sum als ikki duga at lesa og skriva, tí at møguleikararnir eru so skerdir. Laura kom í samband við børnini, tí hon hvønn dag koyrdi framvið teimum. Síðani setti hon seg í samband við foreldrini fyri at fáa samskipa undirvísing fyri tey. Børnini hava biddað síðani tey kundu ganga. Og tað var fyri at geva hesum báðum børnunum ein møguleika fyri at læra at lesa og skriva, at Laura valdi at byrja at senda pening niður til teirra. -
? Eg hevði væl kunnað hugsað mær at farið niður aftur at hitt børnini. Eg havi eisini samband við fólk, sum arbeiða har niðri. Hesi fólkini umsita peningin, sum lærarin fær. Teir 150 $ fara bara til læraran. Læknar uttan landamørk, sum framvegis eru í Afghanistan, halda so eyga við læraranum. - Øll í bygdini vita eisini, at lærarin fær pening frá mær, so eisini tey halda eygað við honum, greiðir Laura frá.
Sjálvt um hugurin at sleppa aftur til Afghanistan er stórur nú, so er tað ikki tað fyrsta, sum stendur á dagsskránni, tí í nærmastu framtíð skal hon til Angola við Læknum uttan landamørk. Her skal hon eisini arbeiða í nakrar mánaðar júst sum í Afghanistan.