Ein medisinsk roynd, sum skuldi linna sjúkuna hjá afrikanskum børnum, vísti seg at virka ímóti ætlanini: Bert 90 prosent av teimum yvirlivdu.
Royndin varð gjørd í USA og í Europa, vísti seg at økja deyðtíttleikan, tá hon varð gjørd við afrikanskum børnum.
Viðgerðin varð nevniliga ikki testað rættiliga beinanvegin, - ikki fyrrenn nú 10 ár seinni á sjúkrahúsum í Kenya, Uganda og Tanzania. Endamálið hesaferð var at kanna um viðgerðin kundi egna seg undir afrikanskum viðurskiftum.
3170 sera sjúk børn vórðu fylgd, men bert 89,4 prosent av teimum sum vóru í viðgerð yvirlivdu, meðan 92,7 prosent av teimum sum ikki vóru í viðgerð, yvirlivdu.
- Eg eri bæði vónbrotin og bilsin, sigur Claus Klingenberg, yvirlækni á barnadeildini á Universitetssykehuset í Norðurnoregi við heima´siðuna forskning.no. Hetta er vanliga ein viðgerð ið bjargar mannalívum, og sum er røtt at brúka, bæði í ríkum og fátækum londum.
Hann vísir tó á, at hetta ikki er fyrstu ferð at úrslit frá børnum í Afrika er øðrvísi enn úrslitið frá børnum í USA ella europeiskum londum.
Neyðugt er tó at granska meiri í hesum fyri at koma fram til, um ein skilagóð frágreiðing er til hetta.