William Smith, Argir
--------
Hatta var so tað. Tingið er mannað við 33 fólkum, á tremur av nýíbirtum íðinskapi. Nýggj stjórn er um at verða skipað við sigursharranum, Kaj Leo Holm Johannesen í løgmanssessinum. Og kloyvda fjøldin situr nú við bláum vónum og reyðum vónbrotum og vil ávíkavist frøðast og sálast.
Myndborið lýst stóð valið millum keksasteik og lagkaku. Undan valinum hótti eg við, at eg kanska ikki fór á val. Eg fór kortini, men tað var ikki nóg mikið at fáa teir, ið einans lovaðu keksasteik, inn á ting. Lagkøkupolitikkurin sigraði. Vit hava valt útlit til at fáa nakrar tunnlar afturat gjøgnum meginlandsstøðið og gjøgnum okkara gjøgnumgataðu oyggjar. Flatskatt hava vit eisini valt – bara 40 prosent per capita – so vit fáa ráð at keypa okkum størri og betri flatskíggjar við ‘flat rate’ breiðbandssambandi. Vit skulu í minsta lagi hava trý sjúkrahús, ið helst skulu virka sum hotell, og fyri alt í verðini ikki mugu standa uttanfyri okkara persónliga tryggleikaøki. Samanhald, samhuga og skynsemi valdu vit frá. Reformpolitikkur kann ikki fremjast við flatskatti. Snúningsdepilin hjá okkum er vorðin "Eg og mín tørvur". Vit vilja sleppa at draga hvør sína línu og verja okkara egnu áhugamál. Tað er ikki bara fiskivinnan, ið fær fríar ræsur.
Nú sita tey, vit valdu, á Gamla Apoteki og tingast um hvørja resept, tey skulu seta saman til fólkið. Tilfarið kunna vit bara gita, men greitt er, at flatskatturin skal fíggjast av pensjonistunum, og danski skattgjaldarin skal fíggja tann ultra-liberala róman á lagkøkuni. Hvør, ið skal fara biddaragongdina til Danmarkar, fáa vit at síggja. Samstundis taka okkara fund-raising-hetjur sær tykni av, at grikkar skammleysir snulta upp á eurolondini. Vit skilja væl, hví tey kveistra etiskar og moralskar spurningar frá sær.
Moralurin í lagkøkupolitikkinum er nevniliga eisini lagskipaður. Fleiri av okkara kristiliga sinnaðu tinglimum skíra darwinistisku útviklingslæruna sum heiðinskapur og gudloysi. Hon er ein vanæran ímóti gamaltestamentligu skapanarmytuni, físa tey. Men bíða nú – er ikki okkurt mótsagnarkent millum lagkøkupolitikkin og tann gudsóttandi moralin? Tað er ikki sørt hugvekjandi, at tey agitera við støði í gamlatestamentliga grundsetninginum: “Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg”, men reka politikk eftir grundsetninginum í evolutiónsteoriini: Survivel of the fittest.
Vit fáa tað, vit hava uppiborið. Tað eiga vit at leggja okkum í geyma fyri næsta løgtingsval.