Aftankvirran fær góða undirtøku

Fríggjakvøldið var fjórðu ferð, at skipað var fyri aftankvirru í Havnar kirkju.

Fyrsta fríggjakvøld í hvørjum mánaði hevur kirkjan verið opin millum kl. 21 og 23, og nú hevur tiltakið verið í Havnar kirkju í fýra mánaðir.


- Tað hava verið frá 25 til 45 fólk til aftankvirrurnar, sigur Helgi í Brekkunum, sum er limur í kirkjuráðnum í Havnar kirkju.
- Hetta er meir enn eg hevði væntað áðrenn vit byrjaðu. Tí hetta er ikki vanligt at hava í Føroyum, greiðir hann frá.
- Í okkara grannalondum er tað vanligt at kirkjurnar eru opnar, til dømis í Danmark, Noregi og Svøríki hava tey líknandi tiltøk.
Tað hava tey eisini merkt, tí í summar vóru fleiri útlendingar til tiltakið. Útlendingarnir hava bæði verið ung og eldri fólk, men tað hava ikki verið nógvir ungir føroyingar.
Frá kl. 21 til 22 er friður, har fólk kunna koma og seta seg niður og vera fyri seg sjálvi eina løtu. Henda løta kann nýtast til umhugsan og meditatión.
Frá kl. 22 er sangur ella tónleikur í ein hálvan tíma. Fríggjadagin var tað Petra Iversen, sum sang sálmar og kingosangir.
Tann síðsti hálvi tímin verður brúktur til eina stutta andakt, og síðan kunnu fólk fáa sær ein drekkamunn í forkirkjuni, um tey hava hug til tað.
Næstu ferð aftankvirra verður er 3. november, tá fer barnakórið úr Havnar kirkju at syngja.