34 ár er eingin aldur hjá fótbóltsspælarum, og 34 ár verður roknaður at vera besti aldur hjá málverjum.
34 ára gamli Tórður Thomsen var í 2020 sannur brandur í NSÍ málinum.
Í kvøld boðar NSÍ frá, at felagið og Tórður Thomsen hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Tórður Thomsen eisini í 2021 fer at verja málið hjá NSÍ.
Felagið skrivar soleiðis:
Tórður Thomsen hevur havt eitt fantastiskt kappingarár í NSÍ, og hevur verið ein tryggur aftasti skansi fyri felagið. Við gulum “brillum” so er Tórður avgjørt ársins málmaður, og eru vit glað og stolt yvir at Tórður nú hevur sett undirskrift á nýggjan sáttmála við NSÍ.
Tórður hevur leikt 316 dystir í bestu føroysku deildini, umframt steypadystir og Evropadystir.
NSÍ hevur eisini skrivað undir sáttmálar við fleiri av ungu monnunum, sum í ár vóru á og kring besta liðið – Pætur Hentze. Pætur Turiðarson Skipanes, Sølva Sigvardsen, Atla Petersen og Aron Knudsen.