Aftur á slóðina

Leygardagin skrivar stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, til mín, um eg kundi hjálpa eini vinkonu síni úr Íslandi at síggja minnissteinin um manningina á Fossanesi, sum fórst í 1938 – hon var ikki kend í Klaksvík.

 

Leygardagin skrivar stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, til mín, um eg kundi hjálpa eini vinkonu síni úr Íslandi at síggja minnissteinin um manningina á Fossanesi, sum fórst í 1938 – hon var ikki kend í Klaksvík.

 

Jú, tað var gaman í og avtalaðu vit stað at hittast á nærhendis gamla Kirkjugarði, har steinurin liggur. Tað vísti seg at vera abbadóttir Jón Magnusson, ein sum fórst við Fossanesi, Steinunn Sigurðardóttir, ið vildi síggja steinin.

 

Tað fórust 17 føroyingar við Fossanes og tveir íslendingar frá Hafnafirði – Jón Magnusson og Gudmund Gudmundsson. Sum tað stendur í bókini hjá Páll Kunoy, Fossanes – bóru ikki boð í bý, so átti Jón Magnusson tvey børn, tá ið hann fórst.

 

Men sum Steinunn Sigurðardóttir, abbadotturin ger vart við, so var omma hennara, Margret Magnusdóttir við barn, tá ið abbin fórst. Mamma Steinunn, dóttir Jón Magnusson, sum er á lívi - 81 ára gomul, eitur Edda Jónsdóttir og hevur systkini  Jóna Jónsdóttir og Theodor Jónsson.

 

Við síðina av steininum fyri Fossanesi, liggur steinurin við nøvnunum á teimum, sum fórust við Ernestine í 1930 undir Selvíksbjørgum. So hesa søguna fekk Steinunn eisini umframt ymiskt um Fossanes, sum hon ikki visti.

 

Søgan um abban hjá Steinunn, Jón Magnusson hevur fylt nógv í heimi hennara og hevur pápin, Sigurður Árnason havt samskifti við m.o. Niels Juul Arge um hendingina. Steinunn vísti fram avrit av brævaskifti í 1976 teirra millum, har spurt verður um hendingina. M.a. sendir Niels Juul avrit úr “Havið og vit” bind I, eftir Símun Hansen, har hendingin um Fossanes verður umtalað.

 

Niels Juul leggur myndir við og vísir til samskifti við Robert Joensen, har hann sigur frá, at ætlanin er at "fríska nøvnini á steininum upp aftur, so tey síggjast betri".

 

Eftir at hava sæð minnissteinin yvir manningina á Fossanesi í gamla Kikjugarði og aðrar við, handaði eg Steinunn bókina, sum Páll Kunoy hevur skrivað, Fossanes – bóru ikki boð í bý. Hon takkaði hjartaliga fyri og blaðaði beinavegin upp í bókini og datt niður á síðuna við myndum av monnunum, sum fórust við Fossanes í 1938 – Tá ið hon sá, at eingin mynd var av abbanum, men bert navnið og so eitt grátt myndaøki, hugdi hon upp við einum sorgblíðum smíli: “Vit eiga hópin av myndum av abba, ið  fórst sum 50 ára gamal við Fossanes”, segði hon.

 

Vit fóru niðan til Jórun at taka saman um og fáa okkum ein drekkamunn aftaná. Við í ferðalagnum vóru vinkonur hennara: Tóra Sigriður Ingólfsdóttir, leiðari av ljóðbókasavninum í Reykjavík, Soffía Auður Birgisdóttir, sum í løtuni undirvísir á Fróðskaparsetrinum í bókmentum og Anna Maria Sigurjónsdóttir, myndakvinna, sum gevur út kendar myndabøkur í Íslandi.

 

Steinunn Sigurðardóttir er sniðgevi og tá ið hon greiddi frá, at hon m.o. skuldi hitta Guðrun & Guðrun, kundi eg ikki bara mær og mátti siga frá, at eg var mammubeiggi Barbaru í Gongini.

 

Tá mundi Steinunn farið uppundir loftið – Hana kenni eg sera væl og havi nógv samskifti við hana. Vit hava eisini sýnt fram saman, bæði í Berlin, Milano og aðrastaðni. Vit hava eitt norðurlendskt samstarv, sum umfatar Grønlandi, Íslandi og Føroyar innan sniðgeving, sum Barnbara er partur av.
Barbaru kunnu tit sanniliga vera errin av, legði Steinunn Sigurðardóttir afturat.

 

http://steinunn.com/

 

- Jú, stundum er heimurin lítil.

Myndatekstur – Fríða:
Frá vinstru: Tóra Sigriður Ingólfsdóttir, leiðari av ljóðbókasavninum í Reykjavík, Soffía Auður Birgisdottir, sum í løtuni undirvísir á Fróðskaparsetrinum í bókmentum, Anna Maria Sigurjónsdóttir, myndakvinna, sum gevur út kendar myndabøkur í Íslandi og Steinunn Sigurðardóttir navnframur  sniðgevi, sum vildi síggja minnissteinin um manningina á Fossanes, sum fórst í 1938.

Tekstur og myndir: Dávur Winther