Aftur dømdur til deyða

Fyri triðju ferð er leiðarin hjá al-Qaeda í Irak, Abu Musab al-Zarqawi, dømdur til deyða í Jordan.

Saman við átta øðrum er hann dømdur til deyða fyri at hava havt ætlanir um eitt evnafrøðiligt álop í 2004, sum ætlandi skuldi kosta fleiri túsund jordanum lívið. Álopið varð av ongum, tí jordanska trygdartænastan avdúkaði ætlaninar. Fimm av teimum ákærdu vóru í rættarhølinum, tá dómurin fall í gjár, men al-Zarqawi og tríggir aðrir fingu fráverudóm, tí tað hevur ikki eydnast jordansku myndugleikunum at finna teir.

Hetta er triðju ferð, at jordanska dómsvaldið hevur dømt al-Zaeqawi til deyða.