Tann einaferð so máttmikla Kennedy-ættin í USA er aftur rakt av einum óvæntaðum deyðsfalli. Í gjár varð Mary Richardson Kennedy, kona Robert Kennedy Jr., funnin deyð í heimi sínum í Bedforf norðan fyri New York.
Mary Richardson Kennedy og Robert Kennedy Jr. (myndin) vóru gift í 16 ár og áttu fýra børn. Tey vórðu sundurlisin fyri tveimum árum síðani, men ongantíð skild.
Lokalir fjølmiðlar siga, at tann 52 ára gamla Mary Richardson Kennedy tók lívið av sær, men tey tíðindini eru ikki váttað.
Robert Kennedy Jr. er sonur Robert F. Kennedy, sum varð myrdur í Kalifornia, tá hann royndi at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í 1968. Fimm ár frammanundan bleiv beiggin John F. Kennedy myrdur í Texas.