Sama dag sum irakar fegnaðust um at hava fingið valdið í heimlandinum aftur, komu fólk í einum lítlum býi í amerikanska statinum Ohio saman at syrgja tann 20 ára gamla hermannin Keith Maupin.
Keith Maupin varð burturfluttur í Irak tann 9. apríl, og síðani hevur eingin hoyrt frá honum. Ikki fyrr enn sjónvarpsstøðin Al Jazeera gjáranáttina almannakunngjørdi nakrar myndir. Har sást tann ungi hermaðurin liggja á knæ við bindi fyri eyguni. Stutt eftir small eitt skot, og Keith Maupin datt deyður niður í eina grøv.
Minst ein annar amerikanskur hermaður í Irak bíðar eftir at verða avrættaður.