Aftur ein nýggjur Hyundai í 2004

Komandi ár kemur aftur ein nýggjur Hyundai á marknaðin. Talan verður um Tucson, sum er ein minni útgáva av Hyundai Santa Fe. Motorarnir verða 4 syl. bensin og diesel og møguleiki verður eisini fyri einum V6 bensimotori

Hyundai halda á við at geva bilunum nøvn eftir amerikanskum býum. Tuscon, sum úttalast "tuson" er ein býur í Arizona við umleið 460 túsund íbúgvum.
Hyundai Tucson kemur á koreanska marknaðin annan ársfjórðing í 2004, og sølan til restina av heiminum byrjar í triðja ársfjórðingi.
Frá Hyundai verður sagt, at Tucson skal marknaðarførast sum ein væl útgjørdur kvalitetsbilur til kappingarførar prísir.
Eins og Hyundai Santa Fe kemur Tucson bæði sum forhjólsdrivin og sum 4x4. Motorarnir verða 4 syl. bensin og diesel og møguleiki verður eisini fyri einum V6 bensinmotori.
Málið hjá Hyundai er at hava so nógvar ymiskar bilar, sum kunnu kappast í øllum klassum, tí koma javnan heilt nýggir bilar á marknaðin, sigur Werner Frey, sum er stjóri fyri Hyundai Motor í Evropa.

Kelda: Hyundai Bil Import A/S