Real Madrid hevur enn einaferð styrkt sær um hópin. Hesa ferð hevur felagið keypt verjuspælaran, Raul Albiol, úr Valencia fyri 112 milliónir. 23 ára gamli spælarin hevur eisini verið eitt av transfer-málunum hjá Liverpool, men nú hevur hann so sett undirskriftina á ein fimm-ára sáttmála við kongaliga spanska felagið.