Aftur fleiri tilburðir við koronu

222 tilburðir við koronu vóru í gjár, og smittutrýstið hækkar aftur

 

Í gjár vóru 222 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

2.662 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1563 smittað, tvey eru innløgd av korona í Føroyum.

 

Smittutrýstið er nú vaksið úr 6,4 í gjár til 8,3 í dag. Miðaltalið av smittaðum seinastu sjey dagarnar er lækkað úr 222 í gjár til 218 í dag.